06-05-2016
Upptøka av leysgangandi djórum
Tvøroyrar Býrað hevur gjørt samstarvsavtalu við Føroya Landfúta um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi, og aktingarmaðurin er nú settur.
Oddur Dimon er settur sum aktingarmaður, og ætlanin er, at hann skal byrja í starvinum 15. mai.
Tá verður sostatt galdandi, at um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48.
Løgreglan setir seg síðan í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.