TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
28-06-2016

Umhvørvisstovan: Herd krøv til rottangar

Nýggj vegleiðing frá Umhvørvisstovuni um rottangar ger tað lættari hjá kommunum at seta neyðug krøv.
 
Vegleiðingin kemur í kjalarvørrinum á, at ymiskir trupulleikar við rottangum eru staðfestir. Ein av hesum trupulleikum er, at tangar kunnu vera torførir at tøma. Ein tangi, sum liggur ov djúpt í lendinum ella einans hevur eitt ella ov smá op, kann illa tømast. Tangin fyllist tá skjótt aftur og av tí, at fyltir tangar reinsa verri, er spillivatnið, sum rennur á sjógv, óneyðuga skitið. Ein annar trupulleiki er at sleppa framat at opa tiptar tangar. 

 

 
 
 
Í vegleiðingini hevur Umhvørvisstovan tí sett vegleiðandi krøv, sum skulu virka fyri, at rottangar, sum framyvir verða settir niður, eru lættir at tøma og  røkja. Til dømis er í vegleiðingini ásett, at allir nýggir tangar skulu hava T-rør í frárenningini, og at reinsirør skulu setast á rørini báðu megin tangan. Annað nýtt krav er, at minstamark er sett fyri, hvussu væl ein tangi skal reinsa. 
Vegleiðingin skal eisini forða fyri, at rottangar, sum ikki virka nóg væl, verða seldir í Føroyum.

Vegleiðing um at seta krøv til rottangar 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo