TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-04-2017

Felags átak móti morsniglum leygardagin

 
So er tað nú morsnigilin skal drepast.
 
 
Felags átak á Tvøroyri leygardagin 8. apríl.
Heitt verður á allar urtagarðseigarar um at fara út at rudda morsniglar nú leygardagin, og Tvøroyrar Kommuna fer samstundis til verka á almennum økjum frá uml. kl. 10:00.
 
Vit eru í apríl og tað er longu nú morsnigilin fer at gera um seg. Til tess at halda talinum á morsnigli niðri og helst týna allan stovnin, eiga vit at fara undir at beina fyri sniglinum frá teirri løtu, teir fyrstu smáu ikki-kynsbúni sniglarnir koma fram. Verða teir fyrst makingarførir, kann talið á teimum koma upp í eina millión eftir einum summari.
 
Urtagarðseigarar stríðast javnan við morsnigilin, men ofta er tað so, at tá ein urtagarður er ruddaður fyri morsniglar, er garðurin skjótt aftur fullur av teimum, tí grannin hevur ikki ruddað hjá sær. Skal bardagin móti morsniglinum muna, eigur alt grannalagið at fylkjast og beina fyri honum.
Leygardagurin 8. apríl er tískil valdur sum dagurin, har vit í felag fara í hernað móti morsnigilinum á Tvøroyri. 
 
Ráðini til at basa sniglinum eru millum annað: brúki sniglafelli, egni við keks, øli ella súreplaflusi, leggi út sniglaeitur, jarnsulfat, ið ikki er eitrandi fyri fugl ella hópast upp í natúruni, ella takið teir allar upp og koyrið teir í kókandi vatn.
 
Les eina vegleiðing her 
 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo