07-06-2017
Góð ráð fyri at sleppa undan rottu
Lógin áleggur hvørjum einstøkum ognara í mestan mun at avmarka livimøguleikarnar hjá rottu á ogn síni. Hetta merkir millum annað, at grundøki, hús og innleggingar, t.d. kloakk, skulu vera í so góðum standi sum yvirhøvur gjørligt. Harvið minka møguleikarnir hjá rottuni at fáa fastatøkur.
- Burturkast og órudd uttandura eigur at verða burturbeint.
- Byggitilfar o.a. eigur at verða stáplað við frástøðu frá lendinum so langt frá bygningum sum gjørligt.
- Fóður og matleivdir eiga ikki at liggja og flóta uttandura. Tílíkt rusk eigur at verða gjørt til sankutøð ella at latast ruskinnsavningini.
- Slógv og burturkast frá slakti eigur at verða koyrt til IRF í Trøllavík.
- Tveit ikki rusk í náttúruni!
- Um tú hevur hønur ella annan flogfenað á ogn tíni, ella um tú gevur fuglum ella villkøttum, mást tú ansa væl eftir ikki at geva ov nógv. Vandin fyri rottum er í slíkum førum stórur. (les um flogfenaðhald her)
- Gev ikki fuglum meiri enn etið verður ein dag. Fá tær fóðurbretti til fuglarnar.
Les meiri um rottur og mýs
her
Kelda: Tórshavnar kommuna