TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
02-08-2017

Nýtt kolanám í Rangabotni fyribils steðgað

 

Borgarar hava gjørt vart at áarvatnið í Stórá hevur verið brúnt, orsakað av virksemi í Rangabotni.

Tað vísir seg at Roynds Kolasøla er farin undir at fyrireika eitt nýtt kolanám í Rangabotni.

Tvøroyrar Kommuna er positivt sinnað motvegis tílíkum verkætlan, men hevur ikke í hesum førinum fingið umsókn ella givið neyðuga loyvið.

Tískil er arbeiðið fyribils steðgað, inntil øll loyvisviðurskiftini eru komin uppá pláss.

Umframt at byggisamtykt er galdandi fyri økið, tekur kommunan eisini rávatn í økinum, og tað er neyðugt at meta um avleiðingarnar av verkætlanini.

Mennirnir í Roynds Kolasøla hava annars verið í góðari trúgv, orsakað av, at tey hava fingið loyvi frá haganum og frá nátturufriðingarnevndini. Men sum sagt fevnir byggisamtyktin um alla Tvøroyrar kommunu innan- og uttangarðs, og eisini økið í Rangabotni, og tískil skal søkjast um byggiloyvi.

Roynd Kolasøla hevur váttað, at teir sum skjótast senda kommununi umsókn, og vónandi verður hetta málið avgreitt í næstum, soleiðis at ein annars forvitnislig verkætlan kann halda áfram.




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo