TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
05-09-2017

Niðari vegur lastbilafrít øki


Tað er nú bannað at koyra í lastbil á niðaravegi, frá Ósanum og til Miðbýin á Tvøroyri. Undantakið er vøru- og arbeiðskoyring til hús, ið liggja í økinum.

Gjøgnumkoyring er sostatt ikki loyvd, og sum heild skal lastbilakoyring avmarkast til tað, ið er avgerandi neyðugt. Ruskinnsavning og oljuáfylling er sjálvandi loyvt, og tað sama er galdandi fyri aðrar veitingar til hús í økinum. Heitt verður á lastbilaførarar um so vítt gjørligt, at velja stytstu leið til tey hús, ið skulu hava veitingar, og at fara út aftur sama veg.

Tað hevur leingi verið eitt ynski at minka um tungu ferðsluna eftir Sjógøtu, av fleiri orsøkum. Økið er fyrst og fremst bústaðarøki og tað skal vera so trygt sum gjørligt hjá øllum at ferðast eftir vegnum. Harafturat er Sjógøta ein gamal vegur, ið hvørki í breidd ella styrki er egnaður til nógvu tungu ferðsluna. Traðarvegur, ið er breiður og sterkur, er gjørdur júst við tí endamáli at beina ferðsluna uttan um bústaðarøkini framvið strondini.

Vónandi fer skeltingin at minka munandi um tungu ferðsluna, tó, hetta ikki minst krevur samstarvsvilja frá lastbilaføranunum. Vísir tað seg framhaldandi at vera ein trupulleiki, fer ferðslunevndini hjá Tvøroyrar Kommunu at umhugsa onnur tiltøk, ið kunnu gera tað minni freistandi at koyri eftir niðara vegi.

 
 

LJ

 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo