TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
15-12-2017

Spakin settur í til nýggja barnagarðin á Tvøroyri

 

Tíðin stendur ikki í stað á Tvøroyri. Sama dag sum fiskavirkið Varðin Pelagic hevði reisigildi á havnarlagnum, varð spakin settur í til nýggja barnagarðin  í Trongisvági.

Tórsdagin 14. desember 2017 kl. 13:10 varð fyrsta flagið loyst fyri útgrevstrinum til nýggja barnagarðin í Trongisvági. Tað var Anita Vibergsdóttir, virkandi borgarstjóri, ið hevði fingið heiðurin.

Umboð fyri býráðið, umsitingina hjá Tvøroyrar Kommunu, arbeiðstakarar og arkitektar, umframt áhugaðir borgarar vóru á staðnum.

Anita Vibergsdóttir helt fyrst eina røðu fyri teimum, ið vóru komin saman í kuldanum, áðrenn flagið varð loyst.

Anita segði m.a. , at ”nútíðar samfelagið krevur, at vit hava nógv og góð  ansingarpláss til børn okkara, og er hetta eisini  ein fyritreyt fyri, um vit skulu fáa barnafamiljur at búleikast og trívast í kommununi.

Við nýggja og nútímansgjørda barnagarðinum taka vit í Tvøroyrar kommunu eitt stórt fet í víðari menning av býnum.”

Eftir hátíðarløtuna var lítil samkoma í Ítróttarhøllini í Trongisvági, har Tvøroyrar Kommuna bjóðaði okkurt gott til góman. Til bar at síggja tekningar og annað, ið Brim Arkitektar, ið hava staðið fyri projekteringini, høvdu gjørt.

Í dag verða 52 børn ansað  í Mýrifípuni og starvsfólkini eru 10-12 í tali. Tá nýggi barnagarðurin er liðugur er pláss fyri 104 vøggustovu og barnagarðsbørnum, umframt at útibarnagarðurin kann rúma upp til 40 børn. 

Fleiri myndir síggjast her.
 
 
 



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo