Tilboðið er galdandi fyri skúlaungdómar í Tvøroyrar Kommunu, sum pr. 25. juni 2018 eru eldri enn 15 ár, og hvør umsøkjari fær í mesta lagi arbeiði í tvær vikur.
Arbeitt verður átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi.
Tilmeldað verður við at fylla oyðublað út í móttøkuni á býráðsskrivstovuni, ella við at senda teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo.
Tilmeldingarfreist er fríggjadagin 1. juni 2018.
Upplýsast skal navn, p-tal, kontonr., bústaður, teldupostadr. og telefonnummar , og møguligt tíðarskeið har tú ert tøk/tøkur.