Tilboðið er galdandi fyri skúlaungdómar í Tvøroyrar Kommunu, frá og við 9. flokki, sum pr. 1. juli 2019 eru 15 ár ella eldri, og hvør umsøkjari fær í mesta lagi arbeiði í tvær vikur.
Arbeitt verður átta tímar um dagin, og lønt verður eftir sáttmálanum hjá Føroya Arbeiðarafelag.
Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi.
Tilmeldað verður við at fylla oyðublað út í móttøkuni á býráðsskrivstovuni, ella við at senda teldupost til: tvoroyri@tvoroyri.fo.
Tilmeldingarfreist er fríggjadagin 7. juni 2018.
Upplýsast skal navn, p-tal, kontonr., bústaður, teldupostadr. og telefonnummar , og møguligt tíðarskeið har tú ert tøk/tøkur.