TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
06-05-2015

Fríðkan av økinum við Gestastovuna


Tey, ið eru komin framvið søguligu Gestastovuni hjá T.F. Thomsen í seinastuni, hava varnast, at arbeiðsmenn hjá kommununi hava verið í gongd við umlegging av vatnleiðingini og at SEV hevur lagt fleiri nýggjar háspenningkaðlar frammanfyri bygninginum. Gongubreytarkanturin er umvældur og hampað er eisini frammanfyri hurðini, soleiðis at tú stígur eitt trin niður frá gongubreytini, áðrenn hurðin verður latin upp.

Bygningurin er søguligur. Bygdur í 1843 av Kongaliga einahandlinum, til at kunna hýsa fólki, ið komu langan veg frá til handils. Bygningurin stóð tá, so at siga, í møluni og bleiv nýttur av millum annað hvalbingum, vágbingum og øðrum avbygdafólki, ið kom til handils antin til gongu yvir fjøllini, ella við árabáti. Onkuntíð gjørdist veðrið keðiligt, ella dagurin seinur og tí valdu fólk at yvirnátta. 

T.F. Thomsen yvirtók bygningin og handilin í 1856 og til stuttleikar kann nevnast, at tá teir báðir, Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe, vóru á Landsskjalasavninum og leitaðu eftir tilfari, komu teir fram á skjal, haralagt varð teimum vitjandi at hava hoyggj við, um tey vildu gista í Gestastovuni. Tey skuldu eisini sjálvi hava hoyggið við tá tey fóru avstað aftur - eitt avrit av hesum, varð latið Annu Kisrtin í varðveitslu.

Tá vóru 8 koyggjur inni, eitt lítið borð og ein eldstaður. Húsið var í nýtslu fram til uml.fyrra heimsbardaga. Í dag eigur Tvøroyrar Bygda- og Sjósavn húsið og eru teir í ferð við at gera húsini í upprunastand. Hetta tekur tó tíð og kostar pening og tí fáast teir ikki at siga, júst nær húsið er liðugt.

Nú eru umstøðurnar uttanfyri dagførdar og spennandi verður at fylgja gongdini hjá ídnu fólkunum handan Savnið á Tvøroyri.




Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo