Nú er aftur eitt høvi til at hjálpa við at planta í nýggju viðarlundini við Stórá.
Tørvur er á sjálvbodnum, ið hava hug til at hjálpa til, bæði stytri og longri tíð og aldur hevur einki at siga – øll eru hjartaliga vælkomin.
Í ár verður umframt at planta, eisini smíðað lívdarhegn.
Viðrar, verða tey, ið vilja hjálpa, biðin um at møta ónsdagin 14. oktober kl. 9:30 í Ítróttardeplinum við Stórá, har ein kaffimunnur verður at fáa. Til ber tó eisini at møta seinni. Takið endiliga børnini við.
Broytist veðurforsøgnin munandi til tað verra, kann broyting koma í og lýst verður so við tí á Facebook og á heimasíðuni hjá kommununi.
Orsakað av koronu er tað í ár best at boða frá luttøku til samskiparan, Lasse Jensen, tlf. 611081, ella á telduposti til: teknik@tvoroyri.fo.