TEKNISKA DEILD
Tú ert her: TEKNISKA DEILD << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
Faks 371814
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-06-2015

Útbjóðing av grønum viðlíkahaldi

Tvøroyrar kommuna hevur gjørt av at bjóða út grassláing á kommunalum økjum í kommununi og ávíst reinhaldsarbeiði í miðbýnum.

Tilboð kunnu latast uppá bæði grassláing og reinhald av miðbýnum, men tilboðini skulu kortini vera skild sundur. Tað ber eisini til einans at lata tilboð inn uppá grassláing ella reinhald av miðbýnum.

 
1. Grassláing
Talan er um til samans uml. 14.000 m2 í 43 pettum, harav 16 (4160 m2) eru í økinum við skúlan í Trongisvági, og 21 (5405 m2) eru í miðbýnum á Tvøroyri. 
Harafturat eru uml. 4031 fermetrar í kirkjugørðunum, og 755 m2 kring tríggjar minnisvarðar.
Í útbjóðartilfarinum sæst, hvussu ofta økini skulu sláast í tíðarskeiðnum frá juni til august.
 
2. Miðbýurin
Í miðbýnum snýr tað seg um at lúka ókrút og vanligt reinhald av vegum, gongubreytum og almennum økjum í summarmánaðunum.
Í hesum tilboðnum er ikki grassláing og sóping av koyribreytum, men talan kann tó verða um at sópa gongubreytir eftir tørvi.
 
 

Tilboð skulu vera kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 17. juni 2015 kl. 12.

 
Útbjóðingartilfarið fæst við at venda sær til: tvoroyr@tvoroyri.fo ella ringja á tlf. 611085.



Tekniska deild, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - Faks 371814 - tvoroyri@tvoroyri.fo