VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI
Tú ert her: VISIT SUÐUROY Á TVØROYRI << - GREINAR
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Tlf. 611080
info@tvoroyri.fo
17-10-2023

Úr Himalaia-fjøllunum til Tvøroyrar at byggja gróttrappu


Í løtuni vitja 4 menn úr Nepal á Tvøroyri, har teir skulu byggja eina gróttrappu í niðurgongdini frá Grindini, oman í Hvannhaga.
Tað er norska fyritøkan Stibyggjaren AS, ið stendur fyri arbeiðinum við gerð av Føroya fyrstu sonevndu ”Sherpa-trappu”.
Hetta er eitt vælkent fyribrygdi í Noregi, har Sherpa-fólk úr Himalaia-fjøllunum gjøgnum 20 ár hava bygt meiri enn 200 trappur og náttúrugøtur í brattlendi.
Tvøroyrar Kommuna/Visit Suðuroy eru stigtakarar og standa fyri verkætlanini, sum hevur fingið játtað stuðul frá Betri, Nordea-fonden og Visit Faroe Islands.
Avtala er gjørd við teir 5 hagarnar í markatalsbygdini Froðba, ið eiga í Hvannhaga.

 

Sending frá NRK:
Ut i naturen – Sherpa, dei som byggjer stiane våre – NRK TV

 



Visit Suðuroy á Tvøroyri, Tvørávegur 37, 800 Tvøroyri - Tlf. 611080 - info@tvoroyri.fo