TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
20-10-2014

Matarskipan í Tvøroyrar - og Trongisvágs skúla

20. oktobur verður farið undir at royndarkoyra eina matarskipan í Tvøroyrar – og Trongisvágs skúla. Skúlastýrið hevur miðvíst arbeitt við hesi verkætlan fyri at fáa hana setta í verk og nú er komið á mál. Matarskipanin er eitt samstarv millum kantinuna hjá Anitu Farstad og PM pluss.

Tað eru 6 ymiskir og heilsugóðir matpakkar at velja ímillum. Veitarin bjóðar groft breyð og groft pasta saman við grønmeti í tvíflísum og salati.

tvíflís

Vit hava valt at byrja við tilboði um matpakka týsdag og tórsdag fyri at kanna, hvør tørvurin er.

Bíleggjast og gjaldast skal umvegis netið.

Evsta mark at bíleggja er dagin fyri kl. 12.00. Fyri at lætta um framleiðsluna hjá veitaranum er best at bíleggja matpakkar til 3 – 4 vikur ísenn. Hetta er tó ikki ein treyt!

Her er ein leinkja, sum leiðir til matarskipaninina. Her sæst úrvalið av matpakkunum http://www.pmpluss.fo/matarskipan/

Á heimasíðu skúlans www.tvoroyrarskuli.com er nærri kunning og ein vegleiðing til bílegging av matpakkum.

 
 



Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo