TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
07-12-2016

Brandvenjing í Tvøroyrar Skúla

Trygdin hevur veruliga verið á breddanum í Tvøroyrar Skúla í dag. Júst sum ferðsluátakið í morgun var liðugt og næmingarnir vóru farnir inn til tíma, ljóðaðu alarmklokkurnar gjøgnum skúlan. Klokkan var nú 8:30 og við eitt tustu næmingarnir út í gangin úr øllum ættum og út í skúlagarðin. 

Tvøroyrar Kommuna, Tvøroyrar Skúli og sløkkiliðið á Tvøroyri, v. Oddi Dimon brandmeistara, hava verið í eini longri tilgongd til at uppraðfesta trygdina í skúlum okkara. Fyrireikingarar vóru nú komnar so mikið ávegis, at sjálv brandvenjingin skuldi haldast, hetta fyri at vita hvat riggaði og hvat ikki riggaði. Foreldrini at skúlabørnunum høvdu fingið at vita, at brandvenjingin fór at verða hildin í inniverandi viku, men ikki hvønn dag talan var um.

Tað sást beinanvegin, at næmingarnir vistu hvat teir skuldu í tílíkum føri og var tað sera gott at síggja. Har var eingin panikkur og væl hjálpt av lærarunum, funnu tey fram til hvar tey skuldu uppihalda sær í skúlagarðinum.

Stutt eftir at næmingarnir vóru komnir út, ja talan hevur hægst verið um 2-3 minuttir, var átaksleiðarin hjá sløkkiliðnum á staðnum. Lítla løtu eftir hetta, vóru brandbilurin og gamli sjúkrabilurin, ið sløkkiliðið fyri stuttum fekk frá Suðuroyar Sjúkrahúsi, í skúlagarðinum. Løgreglan var eisini á staðnum og beint eftir sløkkiliðið var sjúkrabilurin hjá Suðuroyar Sjúkrahúsi klárur til at taka ímóti.

Eftir at trappurnar eru tiknar burtur og asfalterað varð líka inn í “nýggja skúlagarð”, ber nú til hjá øllum instansum at koyra líka inn í garðin og er hetta sera gott tá vandi er á ferð.

Sum eygleiðari sá tað sera væl fyriskipað út. Átaksleiðarin skipaði fyri at farið var inn í báðum endum á “nýggja skúla”, og skjótt vórðu teir fyrstu næmingarnir, ið skuldu ímynda nøkur, ið vóru komin illa fyri,  bornir út.

Finn Thomsen, skúlastjóri, sigur, at brandvenjingin er ein liður í einari uppraðfesting av trygdini á skúlanum. Í dag varð stórur dentur lagdur á at finna útav, hvussu skjótt skúlin kundi verða tømdir fyri næmingar og starvsfólk.

Beint eftir venjingina, var ein stuttur eftirmetingarfundur, har allir partar sluppu at siga sítt. Sum heild vóru partarnir sera væl nøgdir við dagin. Sjálvandi eru ting, ið kunnu betrast, men endamálið við slíkari venjing, er júst tað, at tílíkt skal koma fram í ljósið. Á henda hátt slepst undan, at somu feilir endurtaka seg, um vanlagnan veruliga skuldi verið úti.

Enn eitt gott átak í Tvøroyrar Skúla og kunnu vit, borgarar í Tvøroyrar Kommunu, fegnast um at eiga ein virknan skúla og eina virkna tilbúgving.

 



Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo