TVØROYRAR SKÚLI
Tú ert her: TVØROYRAR SKÚLI << - GREINAR
Kirkjubrekkan 3
800 Tvøroyra
Tlf. 371582
tvo@skulin.fo
17-04-2015

Ruddingartími á skrá í skúlanum


Fyri stuttum hevði Tvøroyrar Kommuna vitjan av næmingaráðnum í Tvøroyrar Skúla. Eitt av mongu, áhugaverdu evnunum, ið næmingarnir arbeiddu við, var at fáa ein ruddingartíma á skrá í skúlanum.

Hetta hevur eydnast teimum, tí í dag var hvørt mannsbarn í skúlanum, í ferð við at rudda upp, tá kommunan vitjaði. Allir næmingar, frá 4. skúlaári og til 10. Flokk, gjørdu sín part. Við bláum plastihandskum á hondunum, ruddaðu nøkur uttanfyri í skúlagarðinum, meðan onnur ruddaðu og vaskaðu í stovunum og gonginum.

Mariann Mikkjalsdóttir, lærari, sigur, at hugskotið kemur frá næmingaráðnum. Fyri 2-3 árum síðan, gjørdi Tvøroyrar Kommuna eina íløgu í nýtt innbúgv til skúlan, har ímillum borð og stólar. Sum vera man, so fara øll ikki eins væl við tingunum og nøkur eru, ið hava til fragd at tekna á borð, stólar og veggir. Hetta var eitt hjartamál hjá næmingaráðnum at fáa burtur og tí sóu vit í dag, næmingar ganga og viska strikur og tekningar av borðum og veggjum kring allan skúlan.

Mariann sigur, at ætlanin er ikki at taka vaskikonurnar av ræði. Heldur er ætlanin, at næmingarnir skulu fáa eina ábyrgdarkenslu av teimum lutum, ið verða latnir teimum upp í hendir. Næmingaráðið ynskir, at stovurnar skulu vera reinar og ruddiligar og ábyrgdin fyri hesum, liggur fyrst og fremst hjá næmingunum sjálvum.

Næmingaráðið hevur fingið sett á dagsskrá, at ein flokkur, eina viku í senn, fær ábyrgdina av at tað er ruddiligt rundan um skúlan og at teknað ikki er allastaðni á borð og veggir. Sjálv heldur Mariann, at hetta fer at hjálpa væl, tí at næmingarnir nú vita, at tað tey sjálvi órudda/oyðileggja, sleppa tey sjálvi at hampa aftur.

Næmingarnir hava tikið sera væl ímóti átakinum, ikki minst tey yngstu, ið vóru sera hugagóð í morgun. Lærararnir hava eisini tikið væl ímóti.

Tað var sera stuttligt at vitja skúlan í morgun og síggja hvussu næmingarnir gjørdu sítt besta fyri at hampa um skúlan. Vit eiga ein raskan og hugagóðan ungdóm og er tað nakað, ið vit kunnu vera sera stólt av.

Fleiri myndir liggja í myndamappuni á Facebook, “Ruddingartími í Tvøroyrar Skúla”. Eisini finna tit seðilin frá Næmingaráðnum, ið tey hava latið hinum flokkunum.




Tvøroyrar Skúli, Kirkjubrekkan 3, 800 Tvøroyra - Tlf. 371582 - tvo@skulin.fo