Sum kunnugt hevur leingi verið neyðugt at kóka drekkivatnið í Froðba, á Sevmýri og í pørtum av miðbýnum. Kommunan hevur ikki havt nokk av reinsaðum vatni, orsakað av broytum virksemi á havnarlagnum, og tískil hava nógv húski tíverri fingið óreinsað vatn.
Her kanst tú taka eitt kort niður, sum vísir hvar fólk í løtuni fáa reinsað ella óreinsað vatn: Drekkivatnsgóðska (PDF, 832 KB)
Talan er um eitt “kompakt reinsianlegg”, eina bingjuloysn, ið veitir omanfyri 20 m3 av reinsaðum vatni um tíman. Útveganin tekur 6 vikur, men fyrireikandi arbeiðið viðv. undirstøði og ventilskipan fer í gongd beinanvegin.
Við nýggju íbindingini sleppa øll økir á uttara helmingi á norðursíðuni , ið higartil hava fingið óreinsað vatn, undan trupulleikanum framyvir.