Neysting í Suðuroy á Hópfígging
Spennandi verkætlanin "Neysting í Suðuroy", ið Elin Maria Nolsøe Joensen og Sissal Fosaa standa fyri, er nú farin á Hópfígging.
Endamálið er at savna saman fígging til verkætlanina, soleiðis at hon kann fara av bakkastokki í Froðba komandi summar.
Við hesum vóna tær, at hugskotið um at geva siðsøguligu neystunum nýtt lív, við at heingja "BátaBól" í tey, kann roynast í veruleikanum.