22-07-2021
Persónupplýsingarpolitikkur
Tvøroyrar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara KT-skipanir, men eisini við at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnað og tilvitað um, hvussu vit handfara persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
Endamálið við kunningini er at tú sum borgari fært svar uppá spurningar viðvíkjandi dátutrygd í Tvøroyrar Kommunu og viðvíkjandi tínum rættindum í mun til okkara viðgerð av persónupplýsingum.
Tvøroyrar kommuna er dátuábyrgdari
Tvøroyrar Kommuna er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónupplýsingum, dátutrygd ella møguligum trygdarbrotum skulu stílast til Býráðsskrivstovuna í Tvøroyrar Kommunu.
BÝRÁÐSSKRIVSTOVAN
Tvørávegur 37
800 Tvøroyri
Býráðsskrivstovan vegleiðir og tryggjar, at tú sum borgari fært fatur á rætta persóni og kanst fáa viðkomandi vegleiðing.
Alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast »Persóndáta«.
Tá tú skrivar til okkara, mæla vit til, at tú nýtir teldupost, tí teldupostur er skjótari og lættari hjá okkum at avgreiða.
Hvat er endamálið og heimildin fyri tykkara viðgerð av mínum persónupplýsingum?
Tvøroyrar Kommuna viðger persónupplýsingar um teg í samband við tær uppgávur, ið vit sum kommuna skulu loysa. Tað kann vera ein tænasta, sum tú hevur rætt til at fáa ella tað kann vera, at vit hava eina rættarliga skyldu at viðgera tínar persónupplýsingar, ella vit hava gjørt eina avtalu við teg, sum inniber, at vit hava tørv á tínum upplýsingum.
Grundarlagið undir heimildini er sostatt, at Tvøroyrar Kommuna hevur eina rættliga skyldu at viðgera tínar persónupplýsingar, ella at viðgerðin er partur av okkara myndugleikaútinnan. Tað kann eisini vera, at vit hava umbiðið og fingið eitt samtykki frá tær til viðgerð av tínum upplýsingum.
Hvørjar upplýsingar vit hava tørv á, veldst um hvat endamálið er við tí myndugleikauppgávu, sum vit skulu loysa. Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vit fáa viðgjørt títt mál.
Lógliga viðgerðarheimildin fyri okkara innsavnan og viðgerð av tínum persónupplýsingum, er í Dátuverndarlógini (§ 8, stk. 1, nr. 1, 3 ella 5, umframt § 11, stk. 2, nr. 1, 2 ella 7).
Um vit innsavna ella seinni viðgera tínar upplýsingar til hagfrøðilig endamál, verður tað gjørt innanfyri rammurnar av § 7, stk. 3, í Dátuverndarlógini.
Nýggju Dátuverndarlógina finnur tú her:
Hvar innsavna tit persónupplýsingar um meg?
Vit innsavna tínar persónupplýsingar á ymiskan hátt.
Í nógvum førum er neyðugt hjá Tvøroyrar Kommunu at innheinta upplýsingar um teg, til dømis um vit skulu viðgera eitt mál. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella úr felagsskráum hjá til dømis TAKS ella fólkayvirlitinum. Í øðrum førum biðja vit um upplýsingar, tá tú vendir tær til okkara ella brúkar eina sjálvvirkandi loysn.
Í øðrum førum fáa vit upplýsingar um teg frá øðrum. Tú kanst til dømis vera sonevnt »eykafólk« í einum máli, um tú ert avvarðandi at tí persóni, málið snýr seg um, ella tú kanst vera partur í einum máli, sum onkur annar hevur lagt fyri kommununa.
Tú hevur altíð rætt til at vita, hvaðani vit innsavna upplýsingar um teg.
Hvør móttekur mínar persónupplýsingar?
Í summum førum lata vit tínar persónupplýsingar víðari. Tað kann vera til aðrar almennar myndugleikar, aðrar kommunur, ráðgevar, grannskoðarar, advokatar v.m.
Í summum førum mugu vit, sambært fyrisitingarlógini ella lóg um alment innlit, víðarilata upplýsingar um teg.
Vit nýta eisini í summum førum dátuviðgerar, sum hjálpa okkum við at viðgera tínar upplýsingar á góðan og tryggan hátt. Tað kann m.a. vera goymsla av persónupplýsingum, ella um vit fáa hjálp frá uttanhýsis ráðgevum til málsviðgerð.
Flyta tit mínar upplýsingar til triðjalond?
Tvøroyrar Kommunu nýtir ikki, sum útgangsstøðið, veitarar ella dátuviðgerar, sum halda til uttan fyri ES/EBS (triðjalond). Hetta kann tó koma fyri í einstøkum førum.
Um so er at vit flyta tínar upplýsingar uttanfyri ES/EBS, fara vit altíð at tryggja okkum nøktandi heimildargrundarlag fyri flutninginum – hetta merkir, at vit tryggja okkum, at verndarstøðið av tínum upplýsingum er nøktandi.
Hvussu leingi goyma tit mínar upplýsingar?
Hvussu leingi vit goyma tínar persónupplýsingar veldst um, hvussu leingi vit hava tørv á teimum til at røkja okkara myndugleikauppgávur.
Tá ið vit ikki hava tørv á upplýsingunum longur, verður støða tikin til varðveitslu ella striking av tínum upplýsingum. Treytað av skjalasavnslógini, skulu upplýsingarnar í ávísum førum flytast Tjóðskjalasavninum.
Hvussu goyma tit upplýsingarnar?
Í Tvøroyrar Kommunu menna vit áhaldandi, hvussu vit á besta hátt tryggja, at tínar upplýsingar eru goymdar trygt. Um upplýsingarnar eru elektroniskar, verða tær goymdar í tryggari skipan. Hetta er galdandi bæði fyri upplýsingar, vit sjálvi savna inn og fyri upplýsingar, vit fáa frá tær í sambandi við eitt mál.
Í deildum har málsviðgerðin ikki er elektronisk, tryggja vit, at deildirnar hava møguleika fyri at steingja upplýsingarnar inni og hava eina trygga mannagongd fyri, at bert viðkomandi starvsfólk hava atgongd til upplýsingarnar.
Tíni rættindi, tá vit viðgera tínar dátur
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Les meira um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum: Tíni rættindi -
Dátueftirlitið (dat.fo).
Tú hevur altíð møguleika at klaga til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum.
Á heimasíðuni hjá føroyska dátueftirlitinum finnur tú fleiri upplýsingar um dátutrygd og verju av persónupplýsingum.