BÚSTAÐUR OG BYGGING
Tú ert her: BÚSTAÐUR OG BYGGING << - GREINAR
STOVNAR


09-11-2020

Nú verða leiguíbúðir bygdar í Heiðatrøðini

Í dag var fyrsta flagið loyst fyri leiguíbúðunum í Heiðatrøðini, ið er ein verkætlan, ið Bústaðir stendur fyri, saman við MTV-Byggivirki. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, fekk heiðurin av at loysa fyrsta flagið.

Mortan T. Vang, stóri á MTV-Byggivirki, sigur, at í næstum verða 7 leiguíbúðir bygdar á staðnum. Ætlanin hevur verið leingi ávegis, men nú bar á mál, sigur hann. Nú gongd er komin á byggingina, so væntar Mortan at tað gongur uml. 1 ár, áðrenn tær standa liðugar. Tær verða allar í einum plani og 80 fermetrar til støddar. Íbúðirnar eru ikki tilskilaðar ávísum aldursbólki, men verða til ein og hvønn at leiga.

Mortan sigur annars, at MTV-Byggivirki er frammanundan í ferð við at byggja 5 leiguíbúðir í kommununi – í Ørðavíkarlíð og í gomlu Losjuni á Tvøroyri. Harafturat sigur Mortan, at ítøkiligar ætlanir eru um at byggja 10 lutaíbúðir í Tvøroyrar kommunu. Hetta fer væntandi av bakkastokki í komandi ári.

 
 
 
 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn