NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR


30-12-2011

Áargøtan í Trongisvági

Framvið Stórá í Trongisvági er gjørd ein gøta sum nú er næstan 1900 metrar til longdar.

Gøtan byrjar við bálplássið sunnanfyri Trongisvágs skúla og fer gjøgnum heiðalendi uml. 200 m suður til Stórá. Gøtan møtir Stórá umleið 600 metur eystanfyri Ósan, og fylgir ánni uml. 1700 metur inn í dalin.

At ganga eftir gøtuni er eitt vakurt og fjøllbroyt upplivilsi. Stórá broytir seg frá at vera breið og seint rennandi til at verða smøl við eini røð av fossum sum fleiri staðni renna igjøgnum smáar gjáir.

Landslagið broytir seg frá at vera slætt og opið til at verða heyggjut og óslætt.

Tá ið umleið helvtin av gøtuni er gingin, kemur mann til viðarlundina í Trongisvági. Har er sera vakurt, og tað er møguligt at steðga á og kanska nýta grillplássið. Her reiðrast fleiri smáfuglar m.a. Títlingskongar. 
 

Viðarlundin verður í løtuni víðkað bæði norðanfyri og sunnanfyri ánna. Sunnanfyri ánna er Skógrøkt Landsins í holt við at gróðurseta umleið 13.000 m2, og hevur eisini gjørt gøtur og ein dunnuhyl. 

Áargøtan heldur fram vestanfyri viðarlundina, her verður Stóra sum sagt smalari og villari.

Hon endar umleið 800 metur longur uppi, og kemur saman við vegnum ”Við Rangá”.

 

 




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn