NÁTUR OG FERÐING
Tú ert her: NÁTUR OG FERÐING << - GREINAR


17-03-2015

Sólarmyrkingin - felags morgunmatur

 

Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt av, at bjóða borgarunum til felags morgunmat fríggjamorgun hin 20. mars kl. 8:00. Seglloftið verður karmur um tiltakið, har høvið verður at fáa sær ein drekkamunn og eitt rundstykki. Tað verður sjálvandi sólarmyrkingin, ið ivaleyst verður stóra evnið millum manna. Her kunnu tit so, í hugnaligum umhvørvi, fáa eitt prát við onnur, um hvat tey ætla gera hendan morgunin.

Til ber sjálvandi ikki at gita, hvussu veðurlíkindini verða til at eygleiða tilburðin, men vit ætla at seta ein stórskerm upp og hava samband við BBC, ella onkra aðra rás, ið vísir sólarmyrkingina. BBC skal eftir ætlan hava eitt flogfar yvir Føroyum meðan sólarmyrkingin er, við alskyns upptøkuútgerð. Verður tað so soleiðis, at sólarmyrkingin ikki sæst við berum eyga, so er tað ein møguleiki fyri, at vit kunnu eygleiða tað á skerminum.

Tiltakið, rundstykkir og kaffi, eru ókeypis og verður nøkur broyting í skránni, so lýsa vit við tí. Vónandi taka fólk væl undir við tiltakinum.

 
http://solareclipse.fo/faroese/yvirlit-yvir-syni/  Her kunnu tit síggja, hvar best sannlíkindi eru fyri at eygleiða fyribrigdið.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Rita inn