24-02-2015
Vinnutátturin - nýtt átak
Komandi tíðina, fer kommunan at vitja fyritøkur og stovnar, ið hoyra til kommununa. Vit fara at gera prát við eigarar og starvsfólk, fyri á tann hátt at hoyra eitt sindur um, hvussu gongst við virkseminum. Sitandi býráð hevði, sum eitt av aðalmálunum, at gera kommununa sjónligari og meira opna, og er hetta ein liður í hesum arbeiðinum. Vónandi taka fólk væl ímóti átakinum.
Fyrsta vitjan vit hava á skránni, er á havnarlagnum, har fyritøkan Alval nú stendur fyri stórum broytingum. Býarmyndin Poul Midjord Dam flytir av landinum og í hansara stað kemur ein nýggj býarmynd, ið tó er tvøramaður, Tóki Niclasen. Greinin kemur á heimasíðuna hjá kommununi í inniverandi viku og á Facebook, har fleiri myndir eisini koma at liggja.