Herfyri fingu vit forkunnugan teldupost sendandi. Telduposturin var frá Héléne Cantin úr Kanada, sum Í 1969 ferðaðist ta longu leiðina til Íslands, við skipinum “Gullfoss”.
Á ferðini legði Gullfoss at á Tvøroyri og Héléne hevur sent okkum tvær myndir frá løtuni landfast var við Tvørakei.
Tað er einki at dylja at havnalagið og býarmyndin er broytt ótrúliga nógv hesi góðu fimti árini síðan myndirnar eru tiknar, men enn kennist okkurt aftur, um vit hyggja at myndunum frá í dag, ið vit eisini hava viðfest. Til ber ikki heilt at taka myndir úr sama vinkli sum í 1969, men tað er á einari leið.