Upptøka av leysgangandi djórum

Tvøroyrar Býrað hevur gjørt samstarvsavtalu við løgregluna um upptøku av leysgangandi djórum í kommununi, og aktingarmaðurin er settur.

Frá 15. mai 2016 er galdandi: 

Um leysgangandi djór eru til ampa hjá fólki, skal sigast frá á politistøðini á tlf. 35 14 48. Løgreglan setir seg síðani í samband við aktingarmannin, sum tekur djórið upp og setir tað í varðveitslu.

Áðrenn djór verður útflýggjað ánaranum, verður kravt gjald fyri upptøku og vistarhald av djórinum; gjaldið er ásett av Føroya Landfúta.

Hevur eigarin ikki loyst djórið móti at rinda kostnaðin, verður djórið avhendað ella avlívað.

 

Gjøld:  

Hundar:  
Fast gjald
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu
 
kr.          300,00
kr.          125,00
 
Kettur, kaninir, gæs, dunnur, høsn og onnur smádjór:  

Fast gjald

 kr.         125,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur í varðveitslu  kr.           35,00
 
Seyður:
 
Fast gjald  kr.          125,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur tey
fyrstu 6 samdøgrini seyðurin er í varðveitslu
 kr.            60,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur, eftir hetta.  kr.            35,00
 
Ross og onnur stórdjór: 
 
Fast gjald  kr.          600,00
Vistingargjald fyri hvørt nýkomið samdøgur,
djórið er í varðveitslu.
 kr.          125,00