Nú skulu vespudrotningarnar týnast

Nú skulu vespudrotningarnar týnast

21. apríl 2026

Vespudrotningarnar eru farnar at vakna úr dvala og leita eftir proteinríkari føði.
Ein dripin vespudrotning nú,  kann merkja 1000 færri vespur í summar.

Tí er tað nú tíð at geva sær far um og drepa tær vespur ein sær.
Tá vit koma longur út á summarið, ger tað ongan mun at drepa eina einstaka vespu.

 

Ger eina einfalda fellu í einari fløsku:
• 1,5L klár plastfløska
• Vend ovara partin niður, sum ein trakt
• Snórur at hanga felluna upp við
• Sukurrík veska ella protein (t.d.
kjøtsoð ella kettufóður)

Fløskufella

Drotningarnar hava, serliga um várið, tørv á proteini, so tað er vert at royna.

Um tú ert sera skjót/ur við einum flugusmekkara, er tað eisini ein møguleiki, men hav í huga at vespur uppfata rørslu nógv skjótari enn vit gera, og tí vil tað ofta miseydnast at raka.

 

Eitt orð til urtagarðseigarar

Seinasta summar var eitt ógvusligt tal av vespum á Tvøroyri, og kommunan var boðsend meira enn 80 ferðir. Skrásetingarnar vísa, at vespurnar – ikki óvæntað – mest hildu til í økjum við nógvum urtagørðum.

Serliga tað stóra talið av fuchsia á Tvøroyri, tykist gagna vespunum. Tí er várið eisini tíðin at umhugsa sítt plantuval. Fuchsia er ein vøkur og sera sukurrík planta, sum livir væl í milda føroyska vetrinum – ólíkt í Danmark, har hon krevur serliga verju móti frosti. Hetta merkir, at hon fleiri staðni er komin úr hondum og byrjar at bera seg at sum ein innræsin planta – eins og t.d. skøran.

Fleiri fuchsia merkir eisini fleiri vespur – vísa skrásetingarnar hjá kommununi.

Hinvegin er nógv, sum bendir á, at vespur ikki dáma plantur sum t.d. myntu, basilikum, sitrónmelissu og sitróntimian. Tað er vert at royna at seta slíkar urtir niður nærhendis uttandura sitiplássum, í einari roynd at minka um talið av vespum beint har.

 

Sleppa vit nakrantíð av við vespurnar?

Tíverri er lítið, sum bendir á, at vit heilt fáa ruddað vespurnar burtur aftur. Kommunan hevur vent sær til landsmyndugleikarnar, men tað tykist ikki at vera hjálp at fáa.

Hin ógvusliga mongdin, vit sóu í 2025, er tó eitt úrslit av einari ójavnvág, sum stavar frá vantandi náttúrligari regulering. Náttúran vil altíð enda í javnvág aftur, um vit geva henni møguleikan, og vit kunnu kanska hjálpa til, til dømis við at geva smáfuglum góðar treytir.

Lívfrøðiligt margfeldi er eitt lyklaorð.

 

 

(Mynd: By Martin Cooper from Ipswich, UK