Um vespabýli er í húsinum ella á grundøkinum, er ikki
ráðiligt at taka tað burtur uttan serkøna hjálp. Vespurnar
leypa beinanvegin á, um onkur roynir at órógva ella 
oyðileggja býlið
Er staðfest, hvar eitt vespabýli er, kann fráboðast til kommununa á tlf. 611085 ella tvoroyri@tvoroyri.fo
 
Treytir fyri týning
Fyri at kunna fremja týningina nøktandi og munadygt 
setir kommunan tvær treytir, sum skulu lúkast.
- Ávísast skal eitt býli ella eitt stað, har vespurnar
 áhaldandi flúgva inn og út. Týnarin átekur sær ikki
 at týna og drepa einstakar flúgvandi vespur.
 
 
- Fráboðarin ella annar av ánaranum heimilaður 
 persónur skal vera inni/heima, meðan týningin verður
 framd. Eiturpulvur verður sprænt inn í og uttan um
 býlið. Um býlið t.d. er millum skins og hold, og tað kann
 leka inn í búrúmini, tá sprænt verður, má onkur vera
 inni og siga frá, um eiturpulvurið treingir inn. Um so
 er, verður støðgað beinanvegin