FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


21-07-2022

Endurlýsing: Starvsfólk til Suðuroyar barnaverndartænastu, farloyvisstarv

 
 
Av tí, at eitt av okkara starvsfólkum er í farloyvi, søkja vit hervið eftir einum málsviðgera í tíðararvmarkað starv frá 15. august 2022 til 14. februar 2023, ella eftir nærri avtalu. Talan er um fulltíðarstarv.
 

Tú skal vera útbúgvin sosialráðgevi ella hava aðra miðallanga viðkomandi útbúgving t.d. námsfrøðingur, lærari, sjúkrasystur e.l.

Tað kann vera ein fyrimunur um tú hevur viðkomandi royndir innan málsviðger og/ella arbeiði við børnum og familjum sum hava tað avbjóðandi í gerandidegnum.
 
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv við góðum starvsfeløgum.
 
 
Um Suðuroyar Barnaverndartænastu
 
Suðuroyar barnaverndartænasta er staðsett á Tvøroyri og umfatar allar 7 kommunurnar í Suðuroynni. Tað starvast fimm starvsfólk í umsitingini og harafturat námsfrøðingur og sálarfrøðingur.
Endamálið hjá Suðuroyar Barnaverndartænastu er at ansa eftir teimum børnum og ungum, sum vegna sosial vandamál, liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra vælferð og menning, og veita teimum ta hjálp, ið er neyðug fyri at greiða støðu teirra.
Eitt týðandi mál fyri Barnaverndartænastuna er at syrgja fyri, at hjálpin verður sett í verk saman við familjuni, at tilboðið er tað besta og at gerandisdagurin hjá barninum og familjuni ávirkast so lítið sum gjørligt.
 
 
Starvið
 
Arbeiðið umfatar m.a. málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn, ung og vaksin – at stuðla og ráðgeva familjum, børnum og ungum við avbjóðingum, luttøku á tvørfakligum fundum v.m.
Starvið inniber nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við málsviðgerar, sálarfrøðingar, familjuráðgevar, stuðlar, heilsufrøðingar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum.
 
 
Vit vænta at tú:
  • Er ábyrgdarfull/-ur, miðvís/-ur og kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Er jalig/-ur av lyndi og dugir at síggja loysnir heldur enn forðingar
  • Hevur góð samstarvsevnir og er fleksibul
  • Er tolin og rúmlig/-ur av lyndi, samstundis sum tú megnar at siga frá og vera avgjørd/-ur í verki
  • Hevur eina jaliga menniskjafatan
  • Dugir at skipa ein gerandisdag saman við viðkomandi borgara/-um
  • Er sálarliga væl fyri
  • Hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
 
Løn
 
Starvið er flokkað eftir Sáttmálanum millum KAF og Starvsfelagið.
 
 
Umsókn
 
Skrivlig umsókn, saman við prógvum, viðmælum og CV skal vera Suðuroyar Barnaverndartænastu í hendi í seinasta lagi 15 august 2022 kl. 13.00.
 
Fyri ar arbeiða á einari Barnaverndartænastu er neyðugt, at loyvi verður givið til at innheinta barnaváttan og revsiváttan.
 
Umsóknin kann sendast sum bræv til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Sornhúsvegur 22
800 Tvøroyri
 
Eisini ber til at senda umsókn v.m. á teldupost adressu; jonleyge@tvoroyri.fo 
 
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jónleyg Eyðunsson, virkandi leiðara á farttelefon 288085 ella 611090.



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn