FORSÍÐA
Tú ert her: KUNNGERÐIR <<
STOVNAR


06-11-2023

Skattalistin 2022 tøkur


Skattalistin fyri Tvøroyrar kommunu liggur frammi til alment eftirlit á býráðsskrivstovuni frá mánadegnum 6. november til og við mánadagin 20. november 2023.

Skattalistin liggur frammi til alment eftirlit í 11 yrkadagar, við upplýsingum um skattskyldugu inntøkuna hjá hvørjum einstøkum skattgjaldara í kommununi - bæði einstaklingum og fyritøkum – Skattgjaldarin hevur høvi til at kæra um skattaálíkningina hjá sær og øðrum skattaborgarum til TAKS, um hann ikki heldur, at skattaálíkningin hjá sær sjálvum ella øðrum skattaborgara er røtt.

Býráðsskrivstovan er opin:
Mánadag – fríggjadag kl. 9.00-15.00

Tvøroyrar kommuna




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn