Óvanliga nógvur kavi er komin niður í vikuni og hóast tað sær vakurt út nógvastaðni, so kann vandi eisini standast av hesum.
Á nógvum húsatekjum liggur tjúkt lag av kava og nú tað spakuliga er farið at tiðna, so skapast so líðandi størri og størri glerpípur undir takrennum og tekjum. Hesar kunnu gerast stórar og tungar og fær onkur hetta í høvdið, kann stórur skaði standast av tí.
Heitt verður tí á fólk um at vera ansin, tá ferðast verður runt í býarmyndini. Gott hevði eisini verið, um tey, ið hava møguleikan til tess, burturbeina glerpípum í økjum, har nógv fólk koma og fara.