FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


14-05-2024

VEGLEIÐANDI FÓLKAATKVØÐA UM KOMMUNUSAMALEGGING

Vegleiðandi fólkaatkvøða um samanlegging millum Tvøroyrar kommunu og Hvalbiar kommunu

 

15. juni 2024

 

Valið fer fram í skúlahøllini í Trongisvági frá kl. 10.00 – 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

 

Brævatkvøður

Veljarar, ið sambært vallistanum lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð til og við 14. juni 2024.

 

Heimaval

Veljarar, sum vegna sjúku ella vantandi førleika, ikki eru førir fyri at møta á valstaðnum, kunnu velja heima við at boða frá á kommunuskrivstovuni á tlf. 611085, í seinasta lagi fríggjadagin 14. juni 2024 kl 12.00.

 

Valkort verða ikki nýtt

Valkort verða ikki send út, í samband við vegleiðandi fólkaatkvøðuna. Veljarin møtir á valstaðnum, hevur samleikaprógv við og kann tað síðan verða eftirkannað, um veljarin stendur á vallistanum.

 

Valrættur

Valrætt hava øll tey, ið á valdegnum eru fylt 18 ár og eru skrásett í kommununi.

 

Valnevndin í

Tvøroyrar kommunu

266966 / 571901

 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn