FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


15-05-2024

BARNAANSINGIN Í TVØROYRAR KOMMUNU, NÚ VERKFALL ER

Barnagarðurin Mýrifípan og forskúlin Gluggin, hjá Tvøroyrar kommunu, verða stongd, nú reingerðarfólkini eru farin í verkfall. Reinføri er ein sera tíðandi partur á dagstovnum, og Tvøroyrar kommuna metur støðuna út frá heilsufrøðuligum sjónarmiði, ikki verða ráðiligt at hava opið, tá ikki verður vaskað á stovninum.
Tikskil hevur kommunan tikið avgerð um, at fremja fylgjandi broytingar, so leingi verkfall er, ella inntil møgulig undantøk verða givin:
VØGGUSTOVAN
Vøggustovan verður stongd frá í dag, ónsdagin 15. mai 2024
BARNAGARÐURIN
Barnagarðurin verður stongdur frá og við fríggjadegnum 17. mai 2024
FRÍTÍÐARSKÚLIN
Frítíðarskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 2024
GLUGGIN
Forskúlin verður stongdur frá og við týsdegnum 21. mai 2024
Tvøroyrar kommuna fylgir støðuni og henda broytingar, kunna vit um tað alt fyri eitt.
Tvøroyrar Kommuna
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn