FORSÍÐA
Tú ert her: GREINAR <<
STOVNAR


05-06-2024

BORGARAFUNDUR UM KOMMUNUSAMANLEGGING

Mánakvøldið 3. juni, kl. 20:00- varð skipa fyri borgarafundi í SALT, har semjuskjalið um sjálvbodnað kommunusamanlegging millum Tvøroyrar- og Hvalbiar Kommunu varð lagt fram av Kristin Michelsen, borgarstjóra á Tvøroyri og Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalba.  

Við fundarborðið vóru kommunustýrislimir úr Hvalba og av Tvøroyri, og fundarfólkið nýtti høvi at viðmerkja og seta spurningar til semjuskjalið og yvirornaðu ætlanini at leggja kommunurnar saman. Borgarstjórarnir og kommunustýrislimirnir svaraðu uppá spurningar og greiddu eisini nærri frá teirra sjónarmiðum um sjálvbodnað kommunusamanlegging.

Borgarrafundur um kommunusamanlegging verður í Roynhøllini týskvøldið 4. juni kl. 20.00 har borgarar fáa enn ein møguleika at hoyra um semjuskjalið og seta spurningar til ætlanina um sjálvbodnað kommunusamanlegging, áðrenn vegleiðandi fólkaatkvøðuna, sum verður leygardagin 15. juni. 

Fundurin í SALT kann síggjast her
Fundurin í Roynhøllini kann síggjast her 
 
 
Kristin Michelsen greiður frá semjuskjalinum og søguligu gongdini um kommunusamanlegging, ið hevur vart í fleiri enn 20 ár.
 
 
Janus Thomsen greiðir frá um semjuskjalið 
 
 
Bjarni Hammer metur at sjálvboðin kommunusamanlegging gevur fyrimunir bæði fyri Hvalba og Tvøroyri. Bjarni mælir borgarum til -nú møguleikið er- sjálvboðin velja, at blíva 4 størsta kommuna í landinum, og harvið fáa eina tíðandi rødd og megi, sum kann tryggja, at okur kunna varðveita okkara tænastustøð, við vón um vøkstur. 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn