FORSÍÐA
Tú ert her: STARVSLÝSINGAR <<
STOVNAR


10-06-2024

NÁMSFRØÐILIG STØRV Í TVØROYRAR SKÚLA

Hesi námsfrøðiligu størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2024 :

· 1 námsfrøðingur í føstum starvi (lønarbrot 0,7) til sertilboðið.

· 2-3 námsfrøðingar/stuðlar við 25 tímum um vikuna til innskúlingina og/ella sertilboðið. (tíðaravmarkað størv)

· 2 námsfrøðingar/stuðlar í forskúlanum “Glugganum”. (tíðaravmarkað størv)

§ 1 við 20 tímum um vikuna

§ 1 við 12 tímum ( 4 tímar 3 dagar um vikuna)

Um skúlan:

Í Tvøroyrar skúla ganga skúlaárið 2024/25 umleið 245 næmingar í forskúla-10.flokki. Í skúlanum arbeiða 40-45 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørðar.

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin (forskúli - 3. flokkur) fer fram, og mið- og hádeild á deildini í Tvøroyrar skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Søkt verður eftir námsfrøðingum/stuðlum, sum:

- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.

- duga at samstarva og eru fyrikomandi

- leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning

- eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum

Førleikakrøv, námsfrøðingar/stuðlar

Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar ella royndir innan skúlaøki. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.

Vit sóknast eftir námsfrøðingum/stuðlum, ið verða partar av sjálvstýrandi toyminum í sertilboðnum og/ella innskúlingini.

Lønar- og setanartreytir

Stuðulsstørvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir við prógvi og CV skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 18.juni 2024 kl. 12.00.

Umsóknir sendast til:

Tvøroyrar skúli

Kirkjubrekkan 3

FO -  800 Tvøroyri

ella á teldupost: tvo@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til

Jón Johannesen, skúlastjóri á tlf. 222320; teldupostur jon.johannesen@skulin.fo




, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn