BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR
Tú ert her: BÝRÁÐIÐ - POLITIKKUR << - TILFAR AT TAKA NIÐUR
TILFAR AT TAKA NIÐUR


17-01-2024

Býraðsfundir

Býráðsfundir

Býráðsfundir eru vanliga eina ferð um mánaðin, -vanliga seinasta Tórsdag í hvørjum mánaði, tó kunna broytingar vera-. Allir býráðsfundir vera vanl. hildnir á Kommunuskrivstovuni, á Tvøravegi 37, í býráðssalinum kl. 17.00.

Mál, ið ynskjast viðgjørd á býráðsfundi, mega verða býráðnum í hendi í seinasta lagi hin 5 dagin í mánaðinum, sum býráðsfundurin er.

Umframt regluligu býráðsfundirnar kann býráðið halda eykafundir, tá ið støða skal verða tikin til týdningarmikil mál, sum hava skund.

juli heldur býráðið summarfrí.

 

Fíggjarnevndin

Fíggjarnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum býráðsfundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Fíggjarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5 dagin í mánaðinum, sum fíggjarnevndarfundur er.
 

Sosialanevnd

Sosialanevndin hevur vanliga fund vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Sosialunevnd, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum sosiala nevnd hevur fund.

 
Mentanarnevndin
Mentanarnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Mentanarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum mentanarnevndin hevur fundur.

 

Tekniska nevnd

Tekniska nevnd hevur vanliga fund, mánadag vikuna fyri fíggjarnevndarfund. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Teknisku nevnd, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum tekniskanevnd hevur fund.

 

Trivnaðar- og umhvørvisnevndin

Trivnaðar- og umhvørvisnevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum fíggjarnevndar fundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Trivnar- og umhvørvisnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum Trivnar- og umhvørvisnevndini hevur fund.

 

Vinnu- og havnanevndin

Vinnu- og havnanevndin hevur vanliga fund vikuna fyri sum fíggjarnevndar fundur er. Mál, ið ynskjast viðgjørd í Vinnu- og havnarnevndini, skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi hin 5. í mánaðinum, sum Vinnu- og havnarnevndin hevur fund.

 

Lógargrundarlag: 

Løgtingslóg um kommunustýri, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 30. apríl 2018 (Kommunustýrislógin)

 
 
 
 



, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo Persónupplýsingar Rita inn