BYGGISAMTYKT
Tú ert her: BYGGISAMTYKT << - BYGGISAMTYKT
22-09-2023

Partur 1: Umsitingarligar reglur

§ 1. Økið, samtyktin fevnir um
 
1.     Byggisamtyktin fevnir um alla Tvøroyrar kommunu innan- og uttangarðs, og er galdandi í tann mun, annað ikki er ásett við serstøkum byggisamtyktum fyri partar av kommununi.

2.     Kommunan verður sundurbýtt soleiðis eftir nýtsluni av økjunum.
  • A: Miðstaðarøki
  • B: Bústaðarøki
  • C: Vinnuøki
  • D: Havnarøki
  • A og D: Miðstaðar- og havnarøki
  • E: Almennir stovnar
  • F: Almenn frítíðarøki
  • G: Neystaøki
  • H: Frílendi
  • J:  Traðarøki (smá-landbúnaður)
  • K: Landbúnaður o.t.
  • L: Øki til frítíðarhús, húsvognar og tjalding
3.     Økini eru innstrikað á hjáløgdum kortum í máti 1:5.000 og frámerkt við ávísum liti fyri avvarðandi bókstav. Økispartarnir fyri landbúnað hava tó ongan lit.
§ 2. Ásetingarnar eru galdandi fyri
 
1. Ásetingarnar í samtyktini eru galdandi fyri:
a)     Nýggja bygging.

b)     Um- ella uppíbygging av verandi bygningum.

c)     Broyting í innrætting ella nýtsluni av verandi bygningum. Samtyktin er eisini galdandi fyri verandi bygningar, tá tær einstøku reglurnar beinleiðis heimila hesum.

2.     Til bygging verður roknað:
a)     Fastar konstruktiónir og virki, sum eftir ætlanini í byggisamtyktini mugu lýsast sum bygging.

b)     Flytiligar konstruktiónir, eitt nú bingjur, tjøld, bátavognar ella tílíkt, sum verður nýtt sum bygging, ið ikki bert er fyribils.

c)     Tangar, kranar, flutningsbrýr, tunlar, pallar og aðrar konstruktiónir í tann mun, býráðið heldur vera natúrligt, tá hugsað verður um almennan tryggleika og heilsu, sum hesar reglur eru ætlaðar at varða um.

3.     Verandi bygningar mugu ikki við um- ella uppíbygging, hækking ella á annan hátt verða broyttir soleiðis, at teir stríða ímóti galdandi reglum.

4.     Skal so víðgongd umvæling ella broyting verða gjørd av verandi bygningum, at allur bygningurin í høvuðspørtum verður endurnýggjaður, skal arbeiðið verða gjørt soleiðis, at bygningurin í øllum lutum samsvarar við tær ásetingar, sum galda fyri nýbygging.

5.     Nýbygging, broytingar, um- ella uppíbyggingar, høvuðsumbyggingar og –umvælingar skulu, umframt at vera í samsvari við galdandi byggisamtykt, eisini vera í samsvari við møguligar býarskipanir, serstakar byggisamtyktir og servituttir, har kommunan hevur átalurætt, og við lóggávu annars.

§ 3. Byggimyndugleiki
1.     Byggimyndugleikin í kommununi hevur og útinnir býráðið.

2.     Tekniska Nevnd umsitur býráðsins vegna byggisamtyktina og hevur eisini eftirlit við, at hon verður hildin.

3.     Tekniska deild fyrireikar øll byggimál, heintar ummælir frá øðrum myndugleikum og avgreiðir minni byggimál, sum týðuliga eru eftir ásetingunum í byggisamtyktini.

4.     Byggiumsókn skal vera skrivlig, og hjálagdar henni skulu vera tekningar og aðrar upplýsingar, ið eru neyðugar til greitt at skilja málið.

5.     Farið kann ikki vera undir arbeiði uttan skrivligt loyvi frá býráðnum.

6.     Byggiloyvi skal hava tíðarfreist og eigur at vera bundið av ásetingum og neyðugum treytum. Kemur støðgur í byrjaða bygging í longur enn 2 ár, skal søkjast um byggiloyvi at nýggjum.

7.     Byggimyndugleikin kann nokta fyri at geva byggiloyvi ella seta serligar treytir, um so er, at neyðugar tekniskar leiðingar ikki eru lagdar, vegagerð ikki er gjørd, ella serlig viðurskifti tala fyri tí, hóast økið er útlagt í býarskipanini og byggiumsóknin lýkur ásetingarnar í byggisamtyktini.

§ 4. Byggiumsókn
 
1.     Bygging, sum er umfatað av ásetingunum í byggisamtyktini, skal ikki fara fram uttan skrivligt loyvi frá býráðnum ella tí, sum býráðið hevur givið heimild.

2.     Allar umsóknir, her undir eisini umsóknir um graviloyvi, spreinging, broytingar, at taka niður ella flyta hús, og um vega-, kloakk- og frárenningararbeiði, skulu sendast til býráðið.

3.     Tekningar og útrokningar skulu verða gjørdar av fólki, ið fakliga eru før fyri hesum, og sum byggimyndugleikin heldur hava nóg góðan kunnleika. Sum fylgiskjøl við byggiumsókn skulu verða hjáløgd:

a.      Støðuplanur, ikki minni enn 1:500, sum vísir stødd og skap á grundøkinum, hvussu hetta vendir ímóti vegi ella gøtu, hvar og hvussu ætlað sethús skulu standa.

b.     Flatmyndir, í lutfalli í minsta lagi 1:100, við áskrivaðum mátum – bæði høvuðsmátum og gjøgnumgangandi stakmátum. Á flatmyndunum skal tilskilast, hvat rúmini eru ætlað til.

c.      Síðumyndir, í lutfalli í minsta lagi 1:100, av øllum útsíðum.

d.     Tvørskurðir, í lutfalli í minsta lagi 1:50, við tilfarslýsing.

e.      Kloakk- og frárenningarætlan, í lutfalli í minsta lagi 1:100, sum greitt vísir leiðingar í bygningi og á grundøki.

f.      Planeringstekning, í lutfalli í minsta lagi 1:100.

g.     Frágreiðingar og útrokningar, sum saman við tekningunum geva eina fullfíggjaða og greiða lýsing av ætlaðu byggingini.

h.     Avrit av skeyti á ognini og møguligar servittutir

4.     Byggimyndugleikin kann annars krevja hvørjir upplýsingar, sum er neyðugur fyri at meta um eina byggiætlan ella eina útstykkingarætlan.
 
5.     Tá søkt verður um byggiloyvi, skulu neyðugar tekningar, frágreiðingar og útrokningar – her undir eisini útrokning av nettonýtslustigum – verða innsendar saman við upplýsingum, sum eru neyðugar fyri greitt at skilja málið.

6.     Øll fylgisskjøl skulu verða dagfest, og viðmerkt skal verða, hvør hevur ábyrgdina av tí, sum stendur á teimum.
 
7.     Frávik frá lógum, samtyktum, servituttum og øðrum fortreytum – her undir eisini møguligar byggisamtyktir – skulu greiniliga verða tilskilaðar, og samstundis skal vera upplýst, um undantaksloyvi er fingið. Tað skal í slíkum førum verða viðlagt ein sjálvstøðug og grundgivin umsókn skrivað til ávarandi dispensatiónsmyndugleikar. Undantaksloyvi verður bert roknað fyri játtað, tá tey eru nevnd í umsóknini og tilskilað í byggiloyvinum.

8.     Byggiharrin kann, áðrenn umsókn um útstykkingar- og/ella byggiloyvið verður innsent, senda inn eina skitsuætlan til byggimyndugleikan og krevja eina fyribils støðutakan til ætlanina.

§ 5. Byggiloyvi

1.     Byggiloyvi skal vera skrivligt.

2.     Byggiloyvi kann vera givið við neyðugum treytum um dálking, umhvørvi og konstruktión, her undir innkoyring, bilstøðlar og tún, og av heildarbyggiætlan fyri økið, ið talan er um. Byggiloyvi kann somuleiðis vera givið treytað av trygdartiltøkum (eitt nú girðing, skorðum, skjóltaki o.ø).

3.     Byggiloyvi hevur gildið í tvey ár frá tí degi, tað er útskrivað. Um bygging ikki er byrjað innan ta tíð, skal nýtt byggiloyvi vera fingið.

4.     Verður byrjað bygging steðgað í 6 mánaðir ella longur, skal byggimyndugleikin hava boð, áðrenn byrjað verður aftur. Verður steðgurin longri enn tvey ár, skal nýtt byggiloyvi útvegast.

5.     Byggimyndugleikin eigur at fáa boð um, nær arbeiðið byrjar, og hvør stendur fyri tí. Í loyvinum kunnu verða settar treytir um, at frá-boðanin skal vera skrivlig.

6.     Loyvið kann vera avmarkað til bara at fata um fyrireikingar til bygging: Grevstur fyri grund, spreinging, javnan av lendi, stoyping av undirstøði, veg-, kloakk- og frárenningararbeiði o.s.fr.

7.     Áðrenn byggiloyvi verður givið, skal byggiharrin rinda Tvøroyrar Kommunu íbindingargjald fyri kloak og íbindingargjald til sóttreinsað vatn, um hetta verður íbundið. Gjaldið verður ásett av býráðnum fyri eitt áramál.

§ 6. Nýtsluloyvi
 
1.     Ein bygging, sum hevur byggiloyvi,  kann ikki verða tikin í nýtslu, fyrrenn byggimyndugleikin hevur givið nýtsluloyvi. Eitt avrit av byggiloyvinum verður goymt í skjalasavninum hjá kommununi.

2.     Áðrenn nýtsluloyvi verður givið, skal byggifulltrúin  tryggja sær at byggingin er sambært byggisamtykt og teimum serstøku treytunum, sum møguliga eru álagdar í byggiloyvinum. Byggifulltrúin kann seta neyðugar kanningar í verk.

3.     Er talan um vanliga sethúsabygging ella bygging av smáhúsum, kann byggiharran saman við høvuðsarbeiðstakaranum, undir trúnaðartreyt, lata inn skrivliga váttan fyri at bygt er samsvarandi byggiloyvinum. Nýtslulovyið verður so útvegað grundað á hesum.

4.     Eru broytingar framdar uttan loyvi frá byggimyndugleikanum, er talan um ólogliga bygging. Framdar broytingar mugu lýsast skrivliga og við neyðugum tekningartilfari. Harafturat skal kommunan hava eina skrivliga frágreiðing um hví broytingar eru framdar uttan loyvi. Hareftir verður støða tikin til hvussu málið skal viðgerast.

5.     Tá ivamál eru, hevur byggifulltrúin rætt til – eisini meðan bygt verður – at krevja prógv fyri, at galdandi fjarstøðukrøv eru hildin.

6.     Byggimyndugleikin kann geva eitt fyribils loyvi at taka ein part av einari bygging í nýtslu, tá tann parturin er gjørdur eftir forskriftinum, og tá vandi ella munandi ampi ikki standast av nýtsluni.

7.     Byggimynduleikin kann krevja rætting av ólógligum viðurskiftum, tá lagt verður merki til hetta, sjálvt um nýtsluloyvi er givið.

§ 7. Umsiting og niðurtøka av bygningum

1.     Ein og hvør bygging skal í øllum lutum og við øllum, ið til hoyrir, til eina og hvørja tíð verða forsvarliga hildin og í hampiligum standi. Er bygging serliga illa umsitin, kann byggimyndugleikin áleggja avvarðandi at bøta um brekini.

2.     Verður hildið, at vandi hóttir tey, sum búgva í húsinum ella onnur, kann byggimyndugleikin krevja, at húsini verða byrgd og møguliga, at flutt verður úr teimum ella øðrum húsum. Er tað neyðugt, kann kommunala tilbúgvingin tryggja ognina fyri rokning eigarans.

3.     Ikki er loyvt at fara undir at taka niður bygging uttan so, at loyvi er fingið frá byggimyndugleikanum. Undantiknar eru neyðstøður har kommunala tilbúgvingin kann taka avgerðina á staðnum. Í umsókn um slíkt loyvi, skal viðmerkjast á leið, hædd og vídd á bygningi og hvør stendur fyri hesum arbeiðið. Niðurtøka av úthúsum, skúrum o.l. minni bygningum krevur ikki nakað loyvi.

4.     Arbeiðið skal gerast vandaliga. Byggimyndugleikin kann í teimum einstøku førunum vísa á, hvussu arbeiðið eigur at vera gjørt.

5.     Hevur bygningur innleggingar til frárenningar, vatn, ravmagn, telefon ella tílíkt, er ikki loyvt at fara undir arbeiðið, fyrr enn avvarðandi mynduleiki ella felag hevur fingið boð um hetta, uttan so, at arbeiðið verður gjørt av alment góðkendum handverkara.

§ 8. Trygdartiltøk og krøv til byggipláss

1.     Meðan byggiarbeiði er í gerð, her uppi í niðurtøka, spreinging og tá ið grivið verður fyri grund, skulu tey trygdartiltøk verða sett í verk, ið neyðug eru til tess at tryggja fólk og fæ. Tá ið eldverjuveggur verður bygdur í mark skal trygd verða fingin fyri, at tey neyðugu byggingartiltøk á grannagrundini í sambandi við byggingina kunnu verða gjørd. Byggimyndugleikin kann í serstøkum førum krevja, at byggipláss verða gird inni.

2.     Byggikonstruktiónirnar skulu, meðan bygt verður, har tað er neyðugt, verða styrktar við skorðum. Stoypiformar, skorðar o.a. skulu vera nóg sterk og vera gjørd til lítar.

3.      W.C., ið eru á byggiplássinum, skulu vera innrættað og standa á einum slíkum staði, at tey ikki eru til ampa fyri fólk, ið fara framvið ella búgva næst við.

4.     Innkoyring til og akvegur á sjálvum byggiplássinum skulu vera styrkt á hóskandi hátt og verða umsitin soleiðis, at tey eru í góðum standi. Vegur og gongubreyt skulu ikki verða løstað ella dálkað, tá ið mold, tilfar ella rusk verður koyrt til ella frá byggiplássinum, og skulu, um tað er neyðugt, verða umvæld.
 
5.     Vegir mugu ikki, uttan serligt loyvi er fingið, verða nýttir til byggipláss ella til goymslu av tilfari.

§ 9. Revsing fyri brot á fyriskipanirnar

1.     Bót verður givið tí, sum:
a)     Uttan loyvi byrjar eitt arbeiði, sum er umfatað av hesari byggisamtyktini.
b)     Ikki gevur byggimyndugleikanum teir kravdu upplýsingarnar.
c)     Tekur ein bygning í nýtslu, áðrenn tey neyðugu loyvini eu fingin til vega.
d)     Forðar byggimyndugleikanum atgongd til eftirlit.
e)     Ikki heldur tey trygdarkrøv, sum byggimyndugleikin hevur ásett.
f)      Annars brýtur tær reglur, sum eru í hesari byggisamtykt, reglur í møguligari serstakari byggisamtykt og ásetingar á teimum seinstøku byggiloyvunum.
2.     Tá ið revsing verður ásett, skal vera farið eftir tí fíggjarvinningi, ið fingin er ella var ætlaður at fáa av ólógliga gjørdum arbeiði.

3.     Rættarábyrgd fyri ólógliga bygging hevur hann, ið staðið hevur fyri arbeiðinum, ella hann, ið gjørt tað hevur; eftir umstøðum báðir. Hann, ið byggir, hevur bara ábyrgd, tá ið hann ikki veit at siga nakran annan, ið kann verða kravdur at hava rættarábyrgd, ella tá ið hann avvitandi hevur verið við í brotinum ella væl grunaði, at tað var ólógligt. Rættarábyrgd kann tá eftir umstøðum falla burtur fyri teir í fyrstu punktum nevndu persónum.

4.     Tað er skylda hansara, ið til eina og hvørja tíð eigur eina ogn, at rætta tað, ið ólógligt er á henni.

5.     Býráðið kann biðja um hjálp frá løgregluni til at fremja tey boð, sum givin verða sambært fyriskipanum í hesi byggisamtykt.

6.     Mál um revsing fyri brot á fyriskipanirnar í hesi byggisamtykt verða viðgjørd sum løgreglumál, um ikki málið hevur við sær hægri revsing sambært ásetingunum í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir við seinni broytingum.

7.     Snýr brotið seg um nýtslu av ognini, og eigarin hevur givið brúkaranum tey neyðugu boðini um skyldur, hevur brúkarin ábyrgdina.

8.     Verður farið undir arbeiði, sum kemur undir ásetingarnar í byggisamtyktini uttan at fyrisett loyvi er fingið, kann byggimyndugleikin krevja, at løgreglan beinanvegin setir bann fyri at hildið verður fram við hesum arbeiði.

9.     Tá ikki verður gjørt eftir skyldu til at rætta ólóglig viðurskifti (ólógligt lag), ið er álagt við dómi, áðrenn tann til henda ásetta tíðarfreist er umliðin, og tá ið innheinting av sektum, ið dømdar eru, ikki verður hildin at fáa ætlaða úrslit, kann byggimyndugleikin krevja hjálp frá løgregluni til at fáa atgongd til at gera tað, ið byggimyndugleikin heldur vera neyðugt, til tess at viðurskiftini verða lóglig.

10.  Ongum er heimilað at nokta starvsfólkum byggimyndugleikans ella umboðsmanni byggimyndugleikans atgongd, tá ið tey við neyðugum heimildarprógvi, koma til eina ogn at kanna eftir, um og í hvønn mun ein bygging er í samsvari við galdandi lóg, og um ásetingarnar í samtyktini eru hildnar.

11.  Reglur, reglugerðir, skipanir og ásetanir, ið eru gjørdar sambært hesari samtykt, ella ásetingar settar við tí einstaka byggiloyvinum, skulu vera at rokna fyri partar av byggisamtyktini og hava somu vernd sum hon.


§ 10. Undantaksloyvi

1.     Tá ið umráðandi grundir mæla til tess, ella har tað snýr seg um mál av lítlum týdningi og tá ið byggifulltrúin hevur viðmælt umsóknini, kann byggimyndugleikin eftir umstøðum og gjøllari settum treytum loyva, at vikið verður frá ásetingunum í hesi byggisamtykt.

2.     Áðrenn undantaksloyvi verður givið, skal boð sendast grannunum skrivliga, og skulu teir hava høvi til at kanna umsóknina í minsta lagi í tvær vikur, frá tí teir hava fingið boðini. Møguligar viðmerkingar frá grannum eru vegleiðandi.
 

§ 11. Kærumøguleikar
 
1.     Avgerðir býráðsins ella byggimyndugleikans sambært hesi byggisamtykt kunnu kærast til kærustovn undir Landsstýrinum.

2.     Tá annað ikki er fyrisskrivað, er kærufreistin 30 dagar frá tí degi, viðkomandi fekk boð um avgerðina og fekk upplýst kærufreist og -myndugleika. Fyri avgerðir, ið eru alment kunngjørdar, verður kærufreistin roknað frá kunngerðardegi.

3.     Kæra um avgerðir, ið byggimyndugleikin hevur givið, frítekur ikki frá at gera eftir fyriskipanini; tó er kæruvaldinum heimilað at áseta, um kæra skal kunna leingja tíðarfreist í málinum.
 
 
 
 
 



Byggisamtykt