Enn einaferð hava vit skipað fyri Heystmarknaðinum á Tvøroyri og sigast má, at hetta eydnaðist sera væl. Sera nógv fólk virjaðu á Seglloftinum, í gamla handlinum og í Súpanarvíkini, har Ragnar Groth seldi feskan fisk.
Vit fara at takka fyri góðu undirtøkuna, bæði frá teimum vitjandi, men sanniliga takka vit eisini teimum, ið vit at luttaka við sínum heimavirkaðu vørum, eiga sín stóra lut í, at vit yvirhøvur hava eitt tílíkt tiltak.
Takk til øll tey, ið á ymiskan hátt hava hjálpt til áðrenn, undir og eftir tiltakið.
Vit síggjast aftir komandi ár, leygardagin 18. oktober. Setið tykum kross í kalendarin longu nú!