MÝRIFÍPAN MØGULIGA ÚTBYGGJAST
28. oktober 2024
MÝRIFÍPAN MØGULIGA ÚTBYGGJAST TIL 20 BØRN AFTURAT
Í september 2020 varð nýggi parturin av barnagarðinum Mýrifípan tikin í nýtslu. Hetti førdi alt fyri eitt við sær, at fleiri barnafamiljur valdu at flyta til Tvøroyrar. Tað gleðiliga hendi so, at stovnurin rættuliga skjótt fyltist.