-Ljóðmáting niðanfyri Kirkjuna 20. aug. 2026, kl. 09.11
Tvøroyrar kommuna og Tvøroyrar havn hava 20. august 2026 fingið fráboðanir frá Livilig kor, sum upplýsir, at borgarar verða órógvaðir av larmi frá Silver Star, sum lá við bryggju á Tvøroyri.
Kommunan tekur sjálvsagt slíkar fráboðanir í álvara, og havnarmyndugleikin hevur tí avsett tíð uppá at kannað viðurskiftini og gjørt fleiri ljóðmátingar bæði á havnalagnum og í nærumhvørvinum.
Larmur frá skipum við kommunalar bryggjur verður reguleraður eftir felagskommunalu havnarreglugerðini. -sí >>👉 her
Fyri eitt einstakt skip, sum liggur við bryggju í meira enn tveir tímar, eru galdandi markvirðini frá 1. januar 2025:
Reglugerðin snýr seg um lágfrekvent motorljóð í frekvensøkinum 10–160 Hz og ásetur eisini ein felags tekniskan leist fyri ljóðmátingar.
Havnarmyndugleikin hevur nýtt eitt Brüel & Kjær Type 2250 ljóðmátitól.
Av teimum dokumenteraðu mátingunum síggjast hesi úrslit:
Hægsta avmyndaða mátiúrslitið er sostatt 48,7 dB.
Hetta er:
Eingin av teimum dokumenteraðu mátingunum hava sostatt víst eitt ljóðvirði omanfyri galdandi markvirði.
Kommunan hevur skrásett mátingarnar og myndatilfarið í einum mátinotati, og eri hesi virðir kunna um til klagaran.

Tað kann vera ymiskt, hvussu fólk uppliva ljóð, og serliga lágfrekvent ljóð kann upplivast ymist eftir staði, frástøðu og øðrum umstøðum.
Ein subjektiv uppliving av ampa verður tí tikin til eftirtektar og kann geva orsøk til kanning. Men spurningurin um, hvørt eitt galdandi ljóðmark er brotið, má avgerast á einum objektivum og dokumenteraðum grundarlagi eftir teimum reglum og mátitreytum, sum galda.
Felagskommunala havnarreglugerðin ásetur eisini, hvørji stig havnarmyndugleikin skal taka, um ein reglugerðarsamsvarandi máting vísir, at eitt skip fer upp um markvirðið.
Á teimum mátiúrslitum, sum fyriliggja frá kanningini 20. august, er ikki dokumenterað, at Silver Star hevur farið upp um galdandi markvirði.
Tvøroyrar havn er ein virkin vinnu- og fiskivinnuhavn, og vanligt skips- og havnarvirksemi hevur natúrliga ljóð við sær. Samstundis skulu skip og havnarvirksemi sjálvandi halda tær reglur og markvirði, sum eru galdandi.
Um nýggjar ítøkiligar upplýsingar koma fram, ella rakstrarumstøðurnar broytast á ein hátt, sum gevur sakliga orsøk til nýggja kanning, verður málið mett av nýggjum.
Kommunan fer ikki at viðgera einstøk uppáhald ella kjaktræðrir á sosialum miðlum. Borgarar og feløg eru hinvegin altíð vælkomin at senda ítøkiligar fráboðanir beinleiðis til kommununa ella Tvøroyrar havn, so tær kunnu verða viðgjørdar á einum fakligum og dokumenteraðum grundarlagi.
Tvøroyrar Kommuna og Tvøroyrar Havn