ALLAHALGANNADAGUR 1. NOVEMBER

ALLAHALGANNADAGUR 1. NOVEMBER

27. oktober 2026
ALLAHALGANNADAGUR 1. NOVEMBER
Sunnudagin 1. november, er minningardagur teirra sjólátnu, eisini nevndur allahalgannadagur. Siðvenjan er staðfest við eini løgtingssamtykt frá 1943, ið ásetur at flaggað verður fyri sjólátnum føroyingum og verður dagurin hildin kring alt landið.
Dagurin verður hildin við minningargundstænastu í Tvøroyrar kirkju kl. 11:00, v. Jákupi Erlingsson Petersen, presti. Her nevna vit tey, ið deyð eru í kirkjusóknini, síðan seinastu Allahalgan. Eftir gudstænastuna, verður farið út til minnisvarðan á Torvheyggi, har kransar verða lagdir, prestur sigur nøkur orð og sungið verður.
Eftir løtuna á Torvheyggi eru øll vælkomin inn í Missiónshúsið á Tvørabakka, har ein drekkamunnur er at fáa