Kunning um partvísa sólarmyrking mikudagin 12. august

10. august 2026

Ónsdagin 12. august 2026 verður partvís sólarmyrking at síggja úr Føroyum.

Sólarmyrkingin byrjar um kl. 17:56, er størst um kl. 18:54 og endar um kl. 19:50. Tá ið myrkingin er størst, verður umleið 91 prosent av sólini fjalt av mánanum.

Tvøroyrar kommuna vil í hesum sambandi minna borgarar á at ansa væl eftir eygunum.

Hygg ikki beinleiðis at sólini uttan røttu eygnaverju.

Hóast størsti parturin av sólini verður fjaldur, er tann parturin, sum framvegis sæst, nóg bjartur til at skaða eyguni.

Hygg tí ongantíð beinleiðis at sólini uttan góðkendar sólarmyrkingarbrillur ella aðra verju, sum er ætlað til endamálið.

Vanligar sólbrillur – eisini sera myrkar sólbrillur – eru ikki nóg góð vernd til at hyggja beinleiðis at sólini.

Sólarmyrkingarbrillur skulu vera heilar og óskaddar, og børn eiga at vera undir eftirliti hjá vaksnum, tá hugt verður at sólarmyrkingini.

Hevur tú ikki sólarmyrkingarbrillur?

Tá ið full sólarmyrking var í Føroyum 20. mars 2015, høvdu nógv sólarmyrkingarbrillur. Hevur tú ikki goymt brillurnar frá tá – ella hevur tú ongar sólarmyrkingarbrillur – ber kortini til at fylgja við sólarmyrkingini á tryggan hátt.

Ein einfaldur og tryggur háttur er at gera eina sokallaða "holprojektering", eisini nevnd "pinhole projection"

Soleiðis gert tú >>> 👉sí her


Hygg ongantíð beinleiðis móti sólini. Hygg bara at myndini av sólini, sum verður varpað á pappírið.

Fartelefonin er ikki ein trygg loysn at hyggja at sólini

Tað verður ikki mælt til at brúka myndatólið á fartelefonina sum eina trygga loysn at hyggja at sólarmyrkingini.

Verður myndatólið á einari fartelefon vent beinleiðis móti sólini uttan hóskandi sólfiltrur, kann myndatólið fáa skaða. Harumframt er vandi fyri, at ein av óvart hyggur beinleiðis at sólini, meðan telefonin verður sett í røttu støðu.

Skal fartelefon, ella annað myndatól nýtast til at taka myndir av sólarmyrkingini, eigur hóskandi sólfiltur, sum er ætlaður til myndatól, at vera fest framman fyri linsuna.

Kikarar, teleskop og onnur optisk útgerð mugu heldur ikki vendast móti sólini uttan serlig sólfiltur, sum er ætlaður til slíka útgerð.

Okur vóna, at veðrið verður til vildar, og at nógv fáa høvi at uppliva hetta sjáldsama náttúrufyribrigdið – á ein tryggan hátt.

Meira kann eisini lesast á ma. heimasíðuni hjá Veðurstøð Føroya >>> her

Tvøroyrar kommuna