06-06-2022
Ársroknskapur 2021
Grannskoðaravirkið Januar P/F hevur grannskoðað ársroknskapin hjá Tvøroyrar kommunu fyri roknskaparárið 01.01.21 - 31.12.21 við roknskaparátekning, nýttum roknskaparhátti, høvuðsyvirliti, fíggjarstøðu, játtanir og roknskapir, sundurgreinað ætlan og veðhaldsskyldum.
Ársroknskapurin er gjørdur í samsvari við ásetingar í kunngerðini um roknskaparverk kommunanna.
Grannskoðanin hevur ikki givið orsøk til fyrivarni.