UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
04-05-2017

Tvøroyrar Skúli sett trygdarskipan í verk

Hin 1. mai kunngjørdi Tvøroyrar Skúli á heimasíðu síni, at skúlin hevði sett eina trygdarskipan í verk. 

Sambært skúlastjóranum í Tvøroyrar Skúla, Finn Thomsen, er hetta eitt lógarkrav frá landsins myndugleikum og hevur skúlin arbeitt við at fáa hetta sett í verk og er nú komið á mál.

Skipanin, ið er ein verja av starvsfólkunum hjá skúlanum, hevur greiðar mannagongdir fyri allar hugsandi støður, ið kunnu uppstanda á arbeiðsplássinum. Nøvn eru sett á øll økir og ábyrgdarfólk eru samsvarandi sett til hvørt øki. Á henda hátt vita starvsfólkini altíð hvønn tey kunnu venda sær til, skuldi okkurt hent.

Martin Øster, húsavørður,  er settur sum trygdarleiðari hjá Tvøroyrar- og Trongisvágs Skúla. Sjálv trygdarskipanin er tilevnað á einum 3 daga trygdarskeiði á Miðnámsskúlanum í Hovi, har skúlaleiðslurnar og trygdarumboðini luttóku.

Finn sigur, at skúlin hevur havt ymiskar venjingar og hava hesar givið ábendingar um at nøkur ting skulu broytast, meðan tað sær gott út á øðrum økjum. Trygdarskipanin varð, sum áður nevnt, sett í verk 1. mai 2017 og fylgir skipanin reglugerðini hjá Mentamálaráðnum.

Meiri kann lesast um trygdarskipanina á heimasíüni hjá skúlanum, sí http://tvoroyrarskuli.fo/kunning/tilbugvingaratlan
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo