Endamálið við Skjalhaldi er at skráseta alt tilfar, ið hevur málsviðgerð við sær, fyri at tryggja eina skjóta, dygdargóða, álítandi og nøktandi málsviðgerð.
Eisini er journalskipanin eitt hent amboð hjá leiðsluni til at leggja arbeiðið til rættis og fylgja við gongdini í gerandisdegnum.
Tað er neyðugt, at stórur dentur verður lagdur á journaliseringsframferð og –mannagongdir, og at hetta verður raðfest høgt av bæði starvsfólkum og leiðslu. Mannagongdirnar tryggja, at vit halda lógir og reglur fyri góðan fyrisitingarsið.
Endamálið við vegleiðingini er at geva øllum brúkarunum innlit í hvussu journal- og málshandfaringarskipanin skjalhald 3600 verður nýtt.