UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - FÍGGJARÆTLANIR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
21-11-2019

Fíggjarætlanin 2020 fyri Tvøroyrar Kommunu

Tvøroyrar býráð samtykti á fundi tann 19. November 2019 fíggjarætlanina fyri 2020, sum javnvigar við 104 mió. kr.

Skattaprosentið í Tvøroyrar Kommunu verður tað sama sum í 2019 -  20.90%. Barnafrádrátturin verður tann sami sum í 2019 - kr. 7.000,- fyri hvørt barnið.

Inntøkur av persónskatti komandi ár eru mettar til 59,57 mió. kr. og inntøkur av partafelagsskatti 2,0 mió. kr., íalt 61,57 mió. kr.

Inntøkurnar samanlagt hjá Tvøroyrar kommunu komandi ár eru mettur til 82,12 mió. kr. íroknað afturbering til eldraøkið ímeðan rakstrarútreiðslurnar eru mettar til 80.22 mió. kr. Avlopið í rakstrinum er sostatt 1,9 mió. kr.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2020 sett 23,776 mió. av til íløgur í kommununi. Hesar íløgur verða í høvuðsheitum býttar soleiðis á økini:

§ 1 Fyrisiting: kr. 650.000,-

§ 3 Børn og ung: kr. 3.516.000,-

§ 4 Undirvísing: kr. 2.830.000,-

§ 5 Mentan og frítíð: kr. 1.400.000,-

§ 6 Teknisk mál: kr. 11.250.000,-

§ 7 Kommunal virki: kr.4.130.000,-

Íløgurnar verða fíggjaðar við yvirskotinum av rakstrinum umframt lántøku á kr. 17,5 mió og tøkum gjaldføri á kr. 10,6 mió.

Tvøroyrar býráð hevur í fíggjarætlanini fyri 2020 sett kr. 3,38 mió. av til avdráttir av láni og  kr. 368.000,- av til rentur av lániskuld. Við árslok 2020 verður skuldin svarandi til 0,87 í álíkning.

Tvøroyri, hin 19.11.2019

 
Kristin Michelsen, borgarstjóri
 
Fróði Mortensen, kommunustjóri 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo