Tvøroyrar kommuna hevur fingið ment eina nýggja heimasíðu til kommunulæknamiðstøðina á Tvøroyri. Læknamiðstøðin hevur fyrr havt eina undirsíðu á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.
Ætlanin við tí nýggju heimasíðuni er, at hon skal verða meira sjónlig, og tað skal verða lættari hjá borgaranum at finna upplýsingar um viðtaluna.
Umframt at heimasíðan er lættari at finna og einfaldari, so hevur hon innbygdan møguleika at samskifta við læknaviðtaluna. Hetta er ein nýggj tænasta til borgarar í Suðuroy.
Til ber at bíleggja og avlýsa tíðir umframt endurnýggja reseptir uppá heilivág.
Samskifti um alnetið við persónligum upplýsingum er undirlagt eftirliti frá Dátueftirlitinum, og skipanin uppfyllir øll tey krøv, sum verða sett, soleiðis at alt samskiftið er bronglað, og kann ikki síggjast av øðrum.
Á heimasíðuni ber eisini til at fáa yvirlit yvir teir skiftandi avloysararnar, sum manna viðtaluna. umframt viðkomandi tíðindi og kunngerðir.
Heimasíðan er ment, so hon riggar á teldum, teldlum og snildfonum.
Heimasíðan er at finna á www.laknartvoroyri.fo.