UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
17-06-2017

Hugni við Naddoddaneystið

Í gjár, fríggjakvøldið 16. Juni, var hugnakvøld við Naddoddaneystið. Einastandandi hugnaliga neystið hjá bátafelagnum Naddoddi, var karmur um tiltakið. Tey, ið herfyri ruddaði býin fyri Tvøroyrar Kommunu, vóru boðin til grillkvøld.

Heilt fitt av fólki var komið saman og hugnin var veruliga í hásætinum. Í seinastuni hava fólkini í felagnum veruliga spent seg út og hava bygt ymiskt afturat neystinum. Myndir frá degnum eru at síggja á Facebook síðu Tvøroyrar Kommunu – vit fara uttan iva at uppliva nógvar góðar løtur í Naddoddaneystinum komandi tíðina.

 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo