Sum liður í umhvørvisvikuni á Tvøroyri, verða áhugaverdir fyrilestrar skránni í fundarhølinum hjá Varðanum Pelagic í annaðkvøld frá kl. 19:00.
Eyð Eidesgaard, góðskuleiðari á Varðanum Pelagic, kemur at greiða frá, hvussu tað er at hava fiskaframleiðslu í býarumhvørvi. Agnes Mols Mortensen kemur at greiða frá um virksemið hennara í Taravirkinum og Bogi Hansen, havfrøðingur, hugleiðir um havumhvørvið og árinini av dálking.
Smakkroyndir úr fiski, tilsettar úrdráttir úr tara frá Taravirkinum, verða eisini at fáa, ið Anita Farstad hevur staðið fyri. Vit høvdu fingið játtan um luttøku av kokkatoymi og filmsliði úr Danmark, men hesi bóru seg undan í evstu løtu.
Plássið er avmarkað og tí verður heitt á fólk um at koma í góðari tíð, ynskja tey at fáa pláss.