Ónsdagin, 1. November, var minningardagur teirra sjólátnu. Hesa árstíð er veðrið mangan buldrasligt, men í ár vóru luttakararnir sera hepnir, tí veðrið var av tí allar fagrasta, ta løtuna, ið kransarnir vórðu lagdir við minnisvarðan á Torvheyggi.
Byrjað varð við gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju, ið Jónsvein Bech, prestur, stóð fyri. Eftir tað var farið út til minnisvarðan, har kransar vórðu lagdir. Eins og mong undanfarin ár, luttók danska sjóverjan. Í ár var tað manningin á skipinum HDMS Knud Rasmussen, ið var við. Borgarstjórin á Tvøroyri, Kristin Michelsen, legði krans vegna Tvøroyrar Kommunu.
Kristin Magnusesen tók nakrar myndir av hátíðarligu løtini
Umboð fyri Suðring, Delta Seafood, Varðan Pelagic, NJM, manningin frá Trónda í Gøtu, fakfeløgini Fylking og Fiskepigernes Fagforening, umframt Sjómannskvinnuringin, løgdu kransar