UMSITINGIN
Tú ert her: UMSITINGIN << - GREINAR
Tvørávegur 37
Postboks 80
800 Tvøroyri
Tlf. 611085
tvoroyri@tvoroyri.fo
09-04-2019

Bókaframløga og upplestur á mentanarnáttini

Á mentanarnáttini á Tvøroyri bjóða vit teimum vitjandi nógvar og fjølbroyttar upplivingar. Ein partur av hesum er upplestur og bókaframløgur.

Lagt verður til brots í søguligu Gestastovuni á havnarlagnum. Tvøroyrar Bygda- og Sjósavn bjóðar børnunum á gátt til “Søgur úr Gestastovuni”. Jens Arni Leo Hammerfoss undirheldur her við onkrum spennandi fyri tey yngru.

Leita fólk sær út í hugnaligu Café MorMor, Undir Heygnum, so ber til at hoyra Oddfríð Marna Jacobsen greiða frá um bók sína “Ikki fyrr enn tá”, ið leingi hevur ligið ovast á sølulistanum hjá bókasølunum. Hvussu ber tú teg at, tá tann tú elskar  og livir saman við, broytir persónsmensku? M.a. hetta viðgerð bókin. Til ber at keypa bókina og fáa hana signeraða. Tiltakið byrjar kl. 19:00.

Nýggja, snotiliga caféin í miðbýnum, Glasstovan, er sjálvandi eisini partur av mentanarnáttini. Vitja fólk Glasstovuna kl. 20:15, so ber til at hoyra navnframa rithøvundan og yrkjaran Jóanes Nielsen lesa upp úr mongu yrkingasøvnum sínum. Um hon er í landinum tann dagin, so kemur ikki minni navnframa kona hansara, Rannvá Holm Mortensen, ið júst er vorðin heiðrað við bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens, eisini at vitja Glasstovuna og lesa upp úr verkum sínum.

 
 



Umsitingin, Tvørávegur 37, Postboks 80, 800 Tvøroyri - Tlf. 611085 - tvoroyri@tvoroyri.fo